NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

300 sjúkrarøktarføðingar mótmæla hugburðin og framferðina hjá politiska mynduleikanum

15/3/2019

1 Comment

 
Billede
Yvirlýsing

Um 300 sjúkrarøktarfrøðingar vóru samlaðir á Hotel Føroyum í dag til aðalfund hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Aðalfundurin er samdur um at átala hugburð og framferð hjá politiska myndugleikanum og fyrisitingini mótvegis fakligu leiðsluni, sum er neyðug fyri at leiða heilsuverkið og eldraøkið.

Nú álit um framtíðar heilsuverk er skrivað, og nýggj leiðsla sett, vóru starvsfólkini enn einaferð til reiðar at gera teirra besta, til tess at føroyingar skulu hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Men soleiðis skuldi heldur ikki verða hesa ferð.

Starvsfólkini innan føroyska heilsuverkið eru til reiðar at gera sín part fyri at menna og stuðla undir framgongd. Vit bíða bert eftir, at politiska skipanin og heilsumálaráðið taka støðuna í álvara.

Sami hugburður til fakliga leiðslu sæst aftur í Almannamálaráðnum og lógini um eldraøkið. Føroyski borgarin er als ikki tryggjaður eina fakliga tænstu. Longu nú, fá ár eftir at kommunurnar yvirtóku eldraøkið, sæst ein ójavni ímillum økini, hvørjar tænastur verða veittar okkara eldru borgarum í Føroyum.

Givið er, at um avgerðir verða tiknar við støði í heilsufakligum kunnleika bæði í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum, verður arbeiðið á einum hægri støði og fakliga nógv betur tryggjað.

Ongin kennir tørvin innan heilsuverkið og eldraøkið betri enn fakfólk. Kortini verða tey hildin í armslongd, tá ið ætlanir verða lagdar av ráðunum ella lógarverk verður smíðað. Úrslitið verður sjálvsagt hareftir: eitt heilsuverk har fremsta uppgávan hjá forstjóranum sambært landsstýriskvinnuni er, at játtanin verður hildin, og ein eldralóg, sum ikki tryggjar føroyingum eina fakliga ella javnbjóðis tænastu.

Hetta vísir greitt manglandi vitan hjá teimum, sum taka avgerðirnar. Um fremsta uppgávan er, at játtanin skal haldast, verður tað ómøguligt at hava visjónir fyri at menna tænastuna til gagns fyri allar sjúklingar og borgarar. Men staðfestast má, at hetta er hugburðurin í politisku leiðsluni og ráðunum í dag.

Aðalfundurin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rópar varskó. Heilsutænastur og veitingar innan eldraøkið eru grundarsteinar undir okkara vælferðarsamfelagi. Vit eiga sum samfelag at taka ábyrgd og seta skikkaði fakfólk til at leiða, fyri at tryggja fakliga støðið og eina javnbjóðis heilsutænastu til allar føroyingar.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

1 Comment
Bobby Chase link
20/4/2021 12:53:47

Hello mate, great blog post

Reply



Leave a Reply.

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.