Óttin fyri at eisini at blíva deprimeraður av kurinum tiltalar meg heldur ikki, so rætt og slætt - so tori eg heldur ikki at halda áfram við Champix kurinum. Ymiskir aðrir bivirkningar kunna eisini vera, so fyri mítt viðkomandi, so er Champix ikki tað vert. Og so skal eg líka skriva tað eisini, at sjálvt um Champix kururin ikki er mín koppur av the, so veit eg um fólk, sum brúkt hava kurin - har kururin hjálpt teimum, har tey eru givin við at roykja.
Men fyri tað um eg gevin við Champix kurinum, so merkir so ikki tað, at eg IKKI velji at leggja av við at roykja. Nei, tí nú fari eg at leggja av við at brúka mína vilja styrki og kanska keypa mær eina "baby" sigarett (við ongum nikotin í) úr Magn støðini. Falska sigarettin kostar einans 75 kr og ein kann fáa 500 "sug" úr einari "baby" sigarett. Kanska fer hetta at hjálpa - kanska ikki ...
... men tá alt kemur til alt, so handlar tað kanska nógv meira um viljastyrki enn nakrar Champix taplettur, sum ein fær skrivandi frá lækna. Eg havi brúkt viljan til at gevast við at drekka (ein dag í senn), so man ikki tað, at ein eisini hevur viljan til at gevast við at roykja ein dag í senn ..?
Tað kemur tíðin at vísa - men eitt veit eg, at til Champix kann eg bert siga: "Aidos !!!"
JáH (y) 12.04.2014